Starvslýsing


Byrjunardagf.
04-03-2019
Endadagf.
20-03-2019

Kostfakligt starvsfólk

Ert tú føðsluatstøðari, kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving og brennur fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær, vit leita eftir.

Køkurin ger mat til sjúklingar og vit leggja dent á, at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur stóran týdning og er ein partur av viðgerðini. Eisini gera vit mat til Kafeina og Matarhøllina.

Starvið er á starvsbrøki 0,8 og til setan skjótast gjørligt, møguleiki er fyri hægri starvsbrøki. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og vikuskiftisvaktir umleið 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

Planlegging, fyrireiking, matframleiðsla, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð. 

Førleikar:

  • tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent), kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
  • tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
  • tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki

 Persónligir eginleikar:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur

  • tú tolir stórt arbeiðstrýst

  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur

  • tú ert røkin og arbeiðssamur

  • tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða:

  • virknar og dugnaligar starvsfelagar

  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

  • ávirkan á menningina av tænastum hjá Køkinum

  • felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara, telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 20. mars 2019

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”


Søk starvið

Aftur til listan