Starvslýsing


Byrjunardagf.
07-10-2019
Endadagf.
21-10-2019

Sjúkrarøktarfrøðingur til B6

 

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til B6, at byrja skjótast gjørligt og til 31.08.20. Starvið er á brøki 1,0 við møguleika fyri lægri brøki.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero-  endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

         sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini

         útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

 Tú hevur

         prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

         fakligan áhuga innan sergreinarnar

         góð tvørfaklig samstarvsevni

         vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini

         undirvísir og miðlar vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

         teldukunnleika á brúkarastøði

 Vit bjóða

         innleiðslu og upplæring

         fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

         positivt tvørfakligt samstarv

         eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lssonni@ls.fo.  

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2019  

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

 

 


Søk starvið

Aftur til listan