Starvslýsing


Byrjunardagf.
02-10-2019
Endadagf.
21-10-2019

Vilt tú vera við til at menna ein av landsins størstu stovnskøkum?

 

So hevur tú nú møguleikan. Okkum tørvar nevniliga ein dugnaligan varaleiðara til at taka lut í dagligu leiðsluni í køkinum og kafeini og til at brynja okkum til nýggjar tíðir í H-bygninginum. 

Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger mat til sjúklingar, og vit leggja dent á at gera góðan føðslurættan mat. Vit eru sannførd um, at góður matur hevur alstóran týdning fyri, at okkara sjúklingar koma seg skjótast møguligt. Eisini gera vit mat til kafeina og matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum eru dagligir gestir.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Starvið sum varaleiðari er eitt fjølbroytt starv og umfatar fakliga ábyrgd av matinum, sum verður framleiddur, innkeyp, tilrættisleggjan, matframleiðslu umframt dagligu uppgávurnar, ið hoyra einum køki til.

Ein av stóru uppgávunum, ið stendur fyri framman, er at fyrireika flytingina í nýggja køkin í H-bygninginum. Tú kemur at vera við til at fyrireika úrvalið av mati til sjúklingar og onnur, sum køkurin skal borðreiða til. Talan verður um Føroya mest framkomna stovnskøk, sum fer at hava umfatandi broytingar í arbeiðinum við sær, og til at fyrireika okkum til hetta, tørvar okkum ein dugnaligan varaleiðara.

Vit vænta

•          at tú ert professionsbachelor í føðslu og heilsu, føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving

•          at tú hevur leiðsluroyndir

•          at tú hevur kt-førleika á brúkarastøði

•          at tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki.

Um teg

•          tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur

•          tú tolir stórt arbeiðstrýst

•          tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur

•          tú ert røkin og arbeiðssamur

•          tú ert fleksibul og tolir broytingar.

Vit bjóða

•          virknar og dugnaligar starvsfelagar

•          ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

•          ávirkan á menningina av tænastum hjá Køkinum

•          felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum.

Starvið er á starvsbrøki 1,0 og til setan skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið, starvið er ikki endaliga flokkað enn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara, telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2019

 

 


Søk starvið

Aftur til listan