Starvslýsing


Byrjunardagf.
27-09-2019
Endadagf.
14-10-2019

Sálarfrøðingur til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi til barna- og ungdómspsykiatriska toymið til setan skjótast 01.11.19. Talan er um eitt fast starv á brøki 0,8.

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein eind á Psykiatriska Deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dagviðgerð. 17 starvsfólk eru knýtt at eindini, sum er samansett av fleiri ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum "recovery og rehabilitering" í huga.

Arbeiðsøkið hjá sálarfrøðinginum umfatar í høvuðsheitum kanningar og viðgerð av børnum og ungum, umframt at ráðgeva teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Arbeiðsuppgávurnar umfata sostatt nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi er ein týðandi partur av arbeiðnum. Umframt at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum, væntast sálarfrøðingurin eisini at luttaka í bólkaundirvísing av børnum, foreldrum og fakfólki.

Sálarfrøðingurin kemur í høvuðsheitum at arbeiða antin við børnum ella ungum, og kann eisini vænta at verða knýttur at dagviðgerðareindini, sum er eitt nýtt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ung, sum hava tørv á innlegging. Viðkomandi sum settur verður, má vera innstillaður uppá at flyta millum eindirnar eftir tørvi.

Førleikaynski

 

  • Løggildur sálarfrøðingur

  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av børnum og ungum.

  • Førleiki at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar

  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis

  • At tú ert innovatiovur, nýhugsandi og dugir at seta ting í gongd.

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og samstarva interprofessjonelt

  • Fleksibilitet og fakligt arbeiðssemi

  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar

  • At tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í stórari menning

  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning

  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi

  • Møgulleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum

    Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

    Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Elisabeth Iversen, leiðara ella Rebekku G. Perlick, yvirlækna á tlf. 304500 /rebpe@ls.fo /anniv@ls.fo

    Umsóknarfreistin er 14. oktober 2019.

    Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

    Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

    Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

    Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søk starvið".

 


Søk starvið

Aftur til listan