Starvslýsing


Byrjunardagf.
27-09-2019
Endadagf.
14-10-2019

Sjúkrarøktarfrøðingur til Økispsykiatri í Norðoyggjum, nakað fyri teg?

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv . Starvi er á brøki 0,8 til setan frá 15.novembur 2019 til 30.septembur 2020.

Psykiatriin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka borgaran. Framtíðarpsykiatriin inniber m.a. at viðgerðin fyrigongur ambulant og úti í nærumhvørvinum hjá borgarinum.

Økispsykiatriin er partur av hesari heilsutænastu. Borgarin er í miðdeplinum, viðgerðin verður sett í gongd tíðliga, og netverkið er ein ressursa í tilgongdini hjá borgarinum “at koma seg við sálarsjúku”. Harumframt er týdningarmikið við tøttum tvørfakligum - og tvørsektoriellum samstarvi.

Psykiatriski depilin sóknast eftir starvsfólki, ið hava royndir og hug at arbeiða við menniskjum við sálarsjúku. Eru ábyrgdarfull, málsøkin, hava góð samstarvsevnir.

Kundi tú hugsa tær at verið partur av hesum toymi, so send okkum tína umsókn.

Vit leggja dent á

• Góðkendur sjúkrarøktarfrøðingur

• Royndir innan psykiatriska røkt og viðgerð

• Grundútbúgving innan Kognitivar terapi – ella vera villigur at taka hetta

• At kunna miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga

• Góður telduførleiki og kunnleika til THS

• Neyðugt við:

• Koyrikort og møguleika at nýta egnan bil í arbeiðinum (samsýning verður veitt).

Persónligir eginleikar:

• Evni at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

• Góðar samskiftis- og samstarvsførleikar

• Jalig/ur og ágrýtin í mun til arbeiðsuppgávurnar 

Vit kunnu bjóða tær:

• eitt spennandi arbeiðsøki í menning

• fakliga kompetentar og virknar stravsfelagar

• eitt dynamiskt samstarv í einum tvørfakligum toymi

• møguleika fyri persónligari og fakligari menning

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, leiðara, tlf. 234557 birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov depilsleiðara eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 14. oktobur 2019

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli, skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum. 

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum ”Leys størv”.

 


Søk starvið

Aftur til listan