Starvslýsing


Byrjunardagf.
27-09-2019
Endadagf.
18-10-2019

Starvsfólk til Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum

Til Tænastudeildina søkja vit eftir jaligum, fúsum og ídnum starvsfólki. Talan er um tímalønt og ófaklært heiltíðarstarv innan húsavarðatænastuna í Tænastudeildini til setan 1. november 2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftisvaktum (dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktum).

Fyrimunur er, um viðkomandi hevur koyrikort BE.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

• inni- og útiarbeiði 

• innanhýsis flutningur av matvognum 

• annar flutningur sum t.d. vøru- og ruskkoyring

• annað fyrifallanda arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt og strævið. 

Persónligir eginleikar:

• ábyrgdarkensla

• fryntlig/ur og fyrikomandi

• tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð

• góð samstarvsevni

• góður røkjuskapur

• góð heilsa

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við, at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara á tlf. 304500, lokal 1270 ella á telduposti: heimir.ottosson@ls.fo

Umsóknarfreistin er til 18. oktober 2019.

Um tú hevur trupulleikar við at søkja starvið, vinaliga set teg í samband við okkum á hr@ls.fo 

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

 


Søk starvið

Aftur til listan