Starvslýsing


Byrjunardagf.
06-09-2019
Endadagf.
23-09-2019

Hug at starvast sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur á Føðideildini?

 Landssjúkrahúsið søkir hervið eftir neonatalsjúkrarøktarfrøðingum til Føðideildina.

  • Avloysarastarv á starvsbrøki 0,7 frá 01. desember fram til 01. mars 2020
  • Tvey føst størv á starvsbrøki 0,6 at byrja 01. desember
  • Barnsburðarfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 at byrja 15. oktober 2019 fram til 14. oktober 2020
  • Farloyvisstarv á starvsbrøki 0,5 at byrja 01. november 2019 fram til 01. februar 2020
  • Barnsburðarfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 at byrja 15. desember 2019 fram til 14. desember 2020

Føðideildin er ein samansett eind við fýra ymiskum sergreinum, ið umfata føðingar, barnakonur, barsil og neonatologi. Endamálið við deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nýfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru tilknýttir deildini og heilsuskipanini annars. Deildin er eitt spennandi og mennadi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Dentur verður lagdur á

  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • kreativitet og fleksibilitet
  • royndir innan neonatologi
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • førleika at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • góðan telduførleika

Vit bjóða

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • møguleika fyri upplæring innan neonatala økið bæði á deildini og á Ríkissjúkrahúsinum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • felags innleiðslu og upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Ingun Gaardbo, deildarsjúkrarøktarfrøðing á Føðideildini, A2, tlf. 304500, lokal 5022,  ingga@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23. september 2019

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Leys størv”.

 


Søk starvið

Aftur til listan