Starvslýsing


Byrjunardagf.
28-08-2019
Endadagf.
16-09-2019

Sjúkrarøktarfrøðingar til skurðseingjardeildina G4

 

 

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til G4 til hesi størv:

  • Tvey føst størv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum til setan 01. oktober 2019
  • Tvey barnsburðarfarloyvisstørv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum til setan 01. oktober 2019 til 31. august 2020.

Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, gynekologi og eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 12 plássum á A3.

Dentur verður lagdur á  

  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt
  • kreativitet og fleksibilitet
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • góðan telduførleika

 Vit kunnu bjóða

  •  eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • upplæring á deildini
  • felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið og tænastan er í løtuni G4/A3 á Skurðdeplinum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, tlf. 304500, lokal 5064/ lselivi@ls.fo ella til Poulu Reinert Petersen, depilsleiðara/leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102/ lsastjo@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 16. september 2019

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til samrøðu.

Um viðkomandi , sum sett/ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar. Og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA- skjalaváttan vísast, áðrenn byrja verður í starvinum.

 Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Leys størv.”

 

 


Søk starvið

Aftur til listan